Petur W. Háberg

Petur William Háberg varð fødur í Havn tann 31. august í 1914. Hann vaks upp í Havn, gekk í barnaskúla og realskúla, har hann tók avgjørda og varandi støðu til rættin hjá móðurmáli okkara í samfelagnum.

Liðugur við skúlan kom hann at arbeiða hjá Tórstein Petersen sakførara, og í hesum arbeiði hevði hann gott høvi at fylgja við í føroyska samfelagslívinum. Seinni fór hann at arbeiða hjá Jens av Reyni í P/F Tór.

Petur Háberg var skrivandi maður og skald. Við sínum holla kunnleika í føroyskum máli, saman við einum leikandi løttum penni, var hann ein dyggur stuðul í brøðrasamkomuni. Fleiri av teimum sálmum og sangum hann hevur yrkt, eru sannir dýrgripir, og saman við týðingum hansara úr øðrum málum av varandi virði.

Tað er ikki lítið av skrivligum tilfari, ið liggur eftir hann. Umframt tað, ið Norrøna Forlagið stóð fyri, er eitt nú ?Jólastjørnan?, ?Lív og læra?, ?Bíblian í høvuðsheitum?, ?Søgur um sangir?, onnur útgáva. P/F Dagblaðið gav í 1981 út bókina ?Hugbirtingar?, ið var ein greinarøð hjá Peturi Háberg í Dagblaðnum árini 1976-77, bók av stórum siðsøguligum virði, sum honum var veitt M. A. Jacobsens virðisløn fyri. Hann var eisini við í útgávuni av føroysku Bíbliuni í 1949. Nú um dagarnar komu bøkurnar ?Ísrael. Land lyftisins og vit?, ið eru fyrilestrar hann helt í 1968, og ?Hugsa um framtíð tína?, ið hann fyrr hevði umsett og nú bleiv endurprentað.

Undir krígnum fekk hann hugskotið til barnahjálpargrunnin og stovnaði hann saman við Kissa, Ludvík Breckmann og øðrum. Hetta var eitt av hansara hjartamálum. Hann var í fleiri nevndum í Havn, so sum líkningarnevndini, gøtunavnanevndini. Seinnu árini arbeiddi hann sum reiðari á fiskivinnufyritøkuni Hvalnes. Petur Háberg andaðist 25 oktober 1984, 70 ára gamal.