Navnið Petur Post kemur ikki av ongum, Petur arbeiddi á posthúsinum í Vági, frá tí at hann byrjaði at ganga við posti sum 14 ára gamal, til hann legði frá sær sum 70 ára gamal. Tá hevði hann verið avgreiðsluleiðari í mong ár.
Petur er vágbingur, foreldrini vóru: Daniella, ættað úr Porkeri og Tom Vilhelm (Tom á Tjørn), úr Vági.
Umframt at arbeiða á posthúsinum hevði Petur eisini egnan hýruvogn, sum hann koyrdi við í frítíðini. Hann plagdi t.d. at vera bilførari, tá kongavitjan var í Vági, og handaði Fríðrikur IX honum persónliga medalju í hesum sambandi.
Petur var eisini í mong ár virkin í Vágs Tónleikarafelag.
Hann hevur altíð verið íðin VB viðhaldsmaður, og hevur sitið í nevndi í felagnum í mong ár og eisini verið formaður. Í 1975 varð hann kosin heiðurslimur í felagnum. Hann er eisini heiðurslimur í íslendska fótbóltsfelagnum "Reynir" í Sandgerði. VB og Reynir hava fleiri ferðir vitjað hjá hvør øðrum og spælt vinardystir saman. Petur var ein av undangongumonnunum í hesum samstarvi, sum førdi til at Vágur og Sandgerði eru vinarbýir.
Petur giftist við Hjørdis, f. Sumberg, úr Vági. Hon andaðist í 2001, 78 ár gomul. Tey fingu børnini: Tom, sum býr í Grønlandi, Jón sum býr í Vági, og Maluna, sum býr á Tvøroyri. Petur eigur 10 abbabørn og 4 langabbabørn.
Tey sum ynskja at heilsa upp á Petur í samband við føðingardagin eru vælkomin í heimið í Neslíð mánadagin millum kl. 14 og 17.