Petur við bólki á Asfalt

Millum tónleikanøvnini, ið komu fram í sambandi við Asfalt í fjør, er Petur Háberg og bólkur hansara. Tað er við gleði, at Asfalt kunnger, at vælumtókta luttøkan seinast verður endurtikin aftur í ár.

 

Bólkurin varð settur saman til Asfalt 2006, og hevur síðani spælt nakrar konsertir. Petur, ið er høvuðsmaðurin, spælir annars mest einsamallur við gittara, men nú er tíðin aftur komin til at rokka á Asfalt 2007. H

 

øvuðsmaðurin hevur funnið sær ein knallgóðan bólk, ið gevur løgum hansara bein at ganga á, staðfestir hann sjálvur. Afturat sær á palli hevur hann Bartal Augustinussen, Eyðun Johannsen, Hanus Andreasen og Andreas Dalsgaard. Teir spæla harðan popprokk. Vitjið Petur Háberg á Myspace.com/peturmusic

 

Tíðindaskriv