Hondbóltur
Fyrra árið taldist hann millum kyndilsleikararnar, sum at kalla høvdu gullmerkini um hálsin, men sum kortini sóu tey gleppa sær av hondum, og í fjør taldist hann so millum teirra, sum tryggjaðu Neistanum gull fyri fyrstu ferð í 22 ár.
Petur Magnusson hevur síðani búleikast í Íslandi, men nú hevur hann so gjørt av, at flyta aftur til Føroya, og tað verður Kyndil, sum fer at fáa ágóðan av leikaranum hesaferð.
Sophus Dal Christiansen, venjari hjá Kyndli, sigur við Sosialin, at tað enn ikki endaliga avgreitt, hvørt Petyur verður við, tá Kyndil skal spæla móti KÍF um vikuskifitð. Sum skilst, er alt ikki endaliga avgreitt við spæliloyvi, men kyndilsvenjarin sigur, at hetta bert eru formalitetir, og at alt skuldi verið komið í rættlag heilt skjótt.
Annars hevur Kyndil eisini fingið tilgongd av einum grønlendskum leikara, sum skal búleikast í Føroyum komandi árið.










