Petur var ovurfegin

ÍF venjarin hevði vónað, at tað skuldi bera til tvær ferðir at fáa fult í Vági, men hann ásannar, at hann ikki roknaði tað sannlíkt

ÍF VENJARIN

ÍF venjarin ásannar, at hann og hansara eru ovurfegnir um, at tað eydnaðist bæði at vinna sess í fjórðings finaluni í steypakappingini og trý stig í landskappingini í Vági.
- Eg hevði sjálvandi vónað, at tað skuldi bera til, men eg ásanni, at tað var optimistiskt, tí ÍF plagar at hava torførar dystir í Vági. Men spælararnir skulu hava rós fyri, at teir stríddust væl, og at teir bæði megnaðu at halda tætt í verjuni, og at teir megnaðu at skora málið, sum var so sera týdningarmikið.
Ert tú nøgdur við avrikið?
- Tað sigur seg sjálvt. Spælararnir hava loyst tær báðar uppgávurnar, sum stóðu fyri framman undan fyrru ferðini til Vágs, til fulnar. Um eg skal seta fingurin á okkurt, so skal tað vera, at vit vóru ikki nóg dugnaligir at halda fram at spæla, tá ið vit vóru komnir framum 1-0. Tá kendist tað sum um, at vit fóru at sparka meiri og spæla minni, og tað gjørdi uppgávuna hjá okkum síðsta hálva tíman torførari, enn hon longu frammanundan var. Men tíbetur spældi tað væl av, staðfestir Petur Simonsen.