Fyri løtu síðan fór Gekkurin á 2,2 miljónir krónur. Tann hepni vinnarin gjørdist Petur Johansen í Leynum.
Tá hann dró hjólið fyrstu ferð, koma hann á 10.000 krónur, sum kundi faldast við 10, men Petur valdi at fara víðari.
Og heppin var hann, tí í aðru royndini steðgaði hjólið á gula leypinum, har Petur Johansen hevði koyrt tær 2,2 miljónir krónurnar í.










