FÓTBÓLTSPOLITIKKUR
Tað er trettandi dagur jóla í dag, og harvið verður í flestu feløgunum sjøtul settur á nýggja fótbóltsárið. Men tað tykist í hvussu so er summastaðni at vera ivi um, hvussu langt fótbóltsárið verður, og hvat innihaldið í kappingunum fer at vera.
Í gjár hevði ein av veteranunum í føroyskum fótbólti, Petur Simonsen, grein í bløðunum, sum bendi á, at hann og onnur eisini ikki eru greið yvir, hvørjar samtyktir eru gjørdar, og hvat er eftir at samtykkja, og um málið, sum ætlanin er at røkka við møguligum broytingum, fer at verða rokkið við teimum broytingum, sum eru nevndar, og sum tað tykist fara at vera til veruleika.
- Eg havi skrivað greinina fyri at fáa gongd á orðaskiftið, sum átti at havt verið, og sum ikki hevur verið, síðani feløgini vóru á árliga eftirmetingarfundinum í november. Tá ið eg havi prátað við ábyrgdarpersónar í onkrum feløgum, so hava teir heldur ikki verið greiðir yvir, um avgerðin at broyta kappingarárið er tikin. Eg havi skilt tað soleiðis, at endaliga avgerðin skuldi takast á aðalfundinum hjá FSF. Tað er út frá hesum, at henda greinin er skrivað. Um veruleikin er ein annar, enn tann, sum eg havi hildið hann verið, so má eg bara staðfesta, at samskiftið millum Fótbóltssambandið og feløgini ikki er so greitt, sum tað hevði verið ynskiligt, at tað var, sigur Petur Simonsen. Umframt at vera venjari hjá ÍF, so er Petur Simonsen ein av teimum, sum hevur ábyrgdina av útbúgvingunum hjá Fótbóltssambandinum.
Petur vísir á nýggjársheilsanina hjá Óla Holm, formanni í FSF, sum stóð í Dimmalætting. Har sigur FSF formaðurin, at tað eru ætlanir um at broyta kappingina.
Men tá ið vit fregnast hjá Fótbóltssambandinum, hvussu nær veruleikanum ætlaðu broytingarnar eru, so er skjótt at staðfesta, at í FSF verður arbeitt við fyrireikingunum til nýggja kappingarárið út frá, at ætlaðu broytingarnar verða veruleiki.
- Nevndin í FSF hevur samtykt, at kapppingarárið skal broytast. Tað verður farið undir landskappingina síðsta vikuskiftið í mars, og 27. og síðsta umfarið verður síðst í oktober, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Hann ásannar, at talan er um stutt skotbrá, og at tað er harmuligt, um fatanirnar ikki eru heilt tær somu. Men tað verður arbeitt við tilfari at kunna feløgini. Um tað fer at eydnast at fáa hetta út til feløgini í hesum mánaðinum, ella um tað fer at verða í sambandi við formansfrágreiðingina til aðalfundin, ið verður miðskeiðis í februar, dugir aðalskrivarin ikki at siga enn.
Broytingarnar og málini
Á eftirmetingarfundinum í november legði kappingarnevndin uppskot fram um at økja um dystartalið í bestu deildini úr 18 og upp í 27. Bólkaumfarið í steypakappingini skuldi strikast, summarsteðgurin skuldi styttast, og fótbóltsárið skuldi leingjast, soleiðis at endin í staðin fyri fyrst í oktober skuldi verða síðst í oktober. Málið var og er at støðið í føroyskum fótbólti skal hækkast.
Petur Simonsen ivast í, um broytingarnar fara at gagna málinum.
- Eg hevði viljað, at meiri tíð varð nýtt at umrøða broytingarnar. Mín kensla er, at málið er ikki liðugt viðgjørt, nú tað eftir øllum at døma verður til veruleika, sigur Petur Simonsen, tá ið hann fær sjónarmiðið hjá FSF at vita. Hann sigur seg hava havt ta fatan, og hann sigur seg ikki at hava verið einsamallur við fatanini, at málið skuldi takast uppaftur á ársaðalfundinum, og at feløgini tá skuldu taka endaliga støðu til møguligar broytingar av kappingini.
Tá ið Petur verður spurdur um, hvat tað er, sum hann ivast í, vísir hann til skrivið, sum hann hevði í bløðunum í gjár, og hann dregur hesi ítøkiligu ivamálini fram:
- Eitt av aðalmálunum er, at fyritreytirnar at standa seg betri í altjóða kappingum skulu betrast. Eg ivist í, um ætlaðu broytingarnar fremja hesum. At summarsteðgurin verður styttur, og at kappingin verður longd út á heystið, kann væl fara at hava við sær, at miðalaldurin á spælarunum fer at lækka. Familjumennn fara at kenna tað uppaftur tyngri, enn teir gera nú, at nýta nógva tíð og orku til fótbóltin. Tað eru teir við nógvum royndum, sum størstu byrðarnar og størsta ábyrgdin verður løgd á í altjóða avbjóðingunum, og tí verður tað harmuligt, um tíðarskeiðið, sum teir fara at vera uppi í fótbóltinum, fer at verða styttri, enn tað nú er.
Eitt annað, sum Petur Simonsen sigur seg ivast í, er hvussu tað fer at roynast, at avgerandi dystirnir fara at verða spældir síðst í oktober:
- Tey seinastu árini hava heystini roynst væl til veður. Kortini hava tað verið trupulleikar og harvið hevur tilvildin havt og nógv at siga. Tað verður neyvan betri, men helst verri í miðal til veður, enn tað hevur verið seinnu árini. Mítt sjónarmið hesum viðvíkjandi er, at tað hevði verið best, um tað varð farið undir kappingina í august, og at teir mest spennandi og avgerandi dystirnir vórðu spældir í juni, tá ið veðrið er so gott, sum tað nú eina ferð kann vera í Føroyum, sigur Petur Simonsen, sum eisini vísir á fleiri leysar endar, ið mugu fáast upp á pláss, áðrenn tað verður farið undir nýggja kapping.
- Mín tilráðing er, at ein nevnd verður sett at arbeiða við hesum, og at hon kemur við einum tilmæli so mikið tíðliga, at tað í heyst verður góð tíð at viðgera hetta, soleiðis at eingin ivi verður um broytingarnar, ið kunnu fara at virka frá 2006. Eg veit væl, at FSF nevndin hevur heimild sjálv at taka avgerð um broytingar, men eg haldi, at tað hevði verið skilabetri, um hetta varð viðgjørt og samtykt av feløgunum.
Kappingarnevndin arbeiðir
Ísak Mikladal sigur, at teir í FSF eru greiðir yvir, at tað er nógv eftir at fyrireika, áðrenn kappingarnar av álvara byrja, men hann roknar ikki við, at tað fara at verða trupulleikar av at røkka málinum.
- Ein spurningur, sum Petur Simonsen nevnir, og sum vit í løtuni arbeiða við, er, hvussu tað skal verða við 2. deild. Í næstbestu deildini verður kappingin, sum hon hevur verið, og tað kann verða óheppið, um 2. deild verður liðug við sína kapping fleiri vikur undan, at besta deildin verður liðug. Hetta er nakað, sum kappingarnevndin viðger, og sum sagt so eru ætlanir at kunna um broytingarnar so skjótt, sum tað á nakran hátt fer at bera til.
Verður talan um royndarár?
- Sjálvandi er tað altíð rætt at eftirmeta og at justera. Men tað er ikki lagt upp til, at 2005 verður royndarár á tann hátt, at tað í 2006 møguliga skal vendast aftur til kappingina, soleiðis sum hon higartil hevur verið, sigur FSF aðalskrivarin.