Petur Thomsen vísti stórform og vann báðar FM kappingarnar um vikuskiftið í dart. Bæði í A-kappingini og C-kappingini knúgvaði hann Remy G. Hansen, sum er greitt á odda í samlaðu FM stigatalvuni.
Fimta FM kappingin í hesum kappingarárinum var um vikuskiftið á Toftum. Stóri spælarin hesa ferð var Petur Thomsen, ið umboðar Tofta Dartfelag. Á heimavølli spældi hann nakað av tí besta, sum hevur verið at sæð í eina tíð.
Menn:
Í A-kappingini, har spælararnir verða styrkismettir, kom hann í finaluna saman við Remy G. Hansen. Undan kappingini vóru teir mettir sum favorittar. Tað livdu teir upp til, tí finalan var á høgum stigi. Petur Thomsen vann finaluna 5-3. Merkisvert er, at bara í einum av settunum brúkti vinnarin fleiri enn 20 pílar. Tað ber boð um spæl á høgum stigi. Í B-kappingini vann Ólavur Ellingsgaard.
Í Cup-kappingini, sum er ein streypakapping, har allir kunnu møta øllum, møttust favorittarnir í hálvfinaluni. Aftur hevði Petur Thomsen munin á Remy G. Hansen og vann 4-2. Í finaluni vann Petur Thomsen 5-2 á Boga Isaksen.
Kvinnur:
Hjá kvinnunum vann Gunnbjørg Dam fyrru kappingina, meðan Jóhanna Jónhardsdóttir vann seinnu kappingina. Merkisvert er at Jóhanna Jónhardsdóttur hevði eina lukking uppá 132. Tað er tað hægri enn manfólkini kláraði í fyrru kappingini. Hest eitt tekin um, at kvinnurnar eru í framgongd í dart.
Petur Thomsen átti settið við fægst pílum, tá hann í Cup-kappingini bara brúkti 13 pílar frá 501 til 0. Hægst útgangin átti Bogi Isaksen við 149 somuleiðis í Cup-kappingini. 19 ferðir kláraðu spælararnir at fáa 180.
Hetta var fimta av tíggju FM umførum. Ársins seinasta FM-umfar verður 10. desembur í Klaksvík.
Úrslitini 5. umfar:
Menn A bólkur.
Nr. 1 Petur Thomsen (Tofta Dart)
Nr. 2 Remy G. Hansen (Kongshavn)
Nr. 3 Niels Thomsen (HDF)
Nr. 3 Oddfinn Hansen (HDF)
Hægst útgang: Jógvan Hvíthamar 126.
Fægst pílar: Remy G. Hansen 14 pílar.
Menn B bólkur.
Nr. 1 Ólavur Ellingsgaard (Pílar & Skot)
Nr. 2 Jóannes Árting (HDF)
Nr. 3 Jan Midjord (HDF)
Nr. 3 Magnus Skoradal (Tofta Dart)
Kvinnur (kapping 1)
Nr. 1 Gunnbjørg Dam (VDF)
Nr. 2 Jóhanna Jónhardsdóttir (Team Sandoy)
Nr. 3 Annika Joensen (Team Sandoy)
Nr. 3 Birthe Sikivat (HDF)
Hægst útgang: Jóhanna Jónhardsdóttir 132.
Fægst pílar: Annika Joensen 22 pílar.
Menn Cup.
Nr. 1 Petur Thomsen (Tofta Dart)
Nr. 2 Bogi Isaksen (KDF)
Nr. 3 Remy G. Hansen (Kongshavn)
Nr. 3 Niels Thomsen (HDF)
Hægst útgang: Bogi Isaksen 149.
Fægst pílar: Petur Thomsen 13 pílar.
Kvinnur (kapping 2)
Nr. 1 Jóhanna Jónhardsdóttir (Team Sandoy)
Nr. 2 Annika Joensen (Team Sandoy)
Nr. 3 Birthe Sikivat (HDF)
Nr. 3 Terja Ósá (KDF)
Hægst útgang: Jóhanna Jónhardsdóttir 56.
Fægst pílar: Annika Joensen 27 pílar.
FM stigatalvan:
Menn:
1. Remy G. Hansen 240 (Stig)
2. Petur Thomsen 170
3. Bogi Isaksen 122
4. Jens Albert Simonsen 107
5. Bárður Olsen 95
Kvinnur:
1. Gunnbjørg Dam 48
2. Eyðna Olsen 38
3. Annika Joensen 34
4. Terja Ósá 26
5. Jóhanna Jónhardsdóttir 22










