Sambært tíðindaskrivi frá G-music, er tónleikurin ein áhugaverd samanseting av ymiskum íblástrum úr ymiskum sambondum, úr ymiskum tíðarskeiðum, sum Petur hevur arbeitt- og verið við í.
Talan er um okkurt slag av rokktónleiki, í støðum í ætt við bæði Clickhaze og Visible Fish, men samstundis við sterkari rót til sangskrivarar sum eitt nú Bob Dylan, Nick Cave, Leonard Cohen, Tom Waits.
Temaini eru tey tungu og ævigu lívið og deyðin, kærleiki og hatur, frelsa og glatan, Gud og Sátan. Løg og tekstir kunnu metast sum bersøgin og erlig. Bogi á Lakjuni, sum eins og Petur, var við í bæði Visible Fish og Clickhaze, hevur framleitt fløguna og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.
Tónleikararnir, sum Petur hevur afturat sær, eru allir virknir og virdir í fleiri ymiskum samansetingum, men hava flest allir spælt í bólkinum hjá Knút H. Eysturstein.