Ikki vardi tað meg, at farvælheilsanin í vár skuldi verða okkara seinasta. Og ikki bar mær til at koma heim og fylgja honum.
Petur og eg vóru systkinabørn, og av okkum systkjunum var eg tann hepna at eiga hann sum gubba. Men hvussu var og ikki,
hann bleiv Petur gubbi hjá okkum øllum. Hann var okkum so góður! Tá ið vit vóru børn, var hann »stóri beiggin«, sum uggaði
og hjálpti, tá ið okkurt bagdi, og hevði tinganest við til okkara. Jú, víst var frøi á barnaflokkinum frammi á Hellu, tá ið Petur
gubbi var komin aftur av skipi.
Seinni, tá ið vit vóru tilkomin, varð Petur vinurin, sum fylgdi væl við, hvussu tað gekst systkinabørnunum og teirra. Kanska
var eg í serstøðu sum guddóttirin á flatlondum, men eg tori at siga, at eingin var við sviðusoð. Tað var soleiðis við Peturi, at hóast
hann fekk sína egnu familju at varða av og fjálga um, varð nóg mikið eftir til okkara við. Tað var rúmsátt í hjarta hansara.
Tá ið ein vitjaði aftur á klettarnar, og Petur læt upp hurðina og beyð vælkomin heim, blíður og hjartaligaur, tá var ein
rættiliga heima aftur. Góðar vóru løturnar, tá hann vitjaði, tíðum skemtiligar og altíð hugnaligar, tí hann bar tað við sær sjálvur.
Og áhugavert var at sita undir, tá ið hann segði frá farnum bygdalívi og skyldfólki, sum vit, ið yngri vóru, ikki kundu minnast.
Nú harmar tað meg, at vit ikki spurdu meira, tí har var vitan at heinta. Tá ið farið varð avstað aftur, plagdi ein vælbjálvaður
pakki við onkrum góðum serføroyskum at vera í viðførinum, og gevarin var vísur!
Tað verður undarligt at koma aftur heim at ferðast og eingin Petur. men kenni eg sakn, hvussu mikið meira manst tú ikki kenna
tað góða Henny og tit børn og barnabørn! Í huganum fylgdist eg við tykkum tann dagin út á kirkjugarðin. Jesus veri hjá tykkum
og hann styrki tykkum øll!
Ærað verið minnið um Petur gubba.
Sólvá