Petur Slyne afturvaldur sum formaður

Á fyrsta nevndarfundinum eftir aðalfundin hjá Reklamufelagnum hevur nevndin skipað við Petur Slyne sum formanni og Ingvør Nolsøe sum næstformanni.

Reklamufelagið hevði 26. apríl sín næsta aðalfund. Fyri vali stóðu Petur Slyne frá Petur & Petur og Høgni Rasmussen frá Sansir. Petur Slyne var afturvaldur, men Høgni Rasmussen ynskti ikki afturval. Fyri hann var vald Jastrid Gullaksen frá reklamufelagnum Vasti í Klakvík.

Á sínum fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin fríggjadagin skipaði nevndin seg við Petur Slyne sum formanni og Ingvør Nolsøe frá Stephanssons Húsi sum næstformanni.

Limir í felagnum eru: Sansir, Petur&Petur, Vasti, Stephanssons Hús, Reproz, Sisero og Grafik Studio.

Kelda: Vinnuhúsið