Petur Skeel Jacobsen er hvønn dag til arbeðis á Sosialinum, har hann skrivar veðurforsøgnir og metir um veðrið út frá veðurkortum og veðurforsagnum, sum vit fáa frá Danmarks Meteologisk Institut (DMI)..
Saman við veðurforsagnunum hava vit eisini hitalagið úr ymsum býum kring um í heiminum. Tilfarið fáa vit eisini frá DMI, og hava vit valt út býirnar - sum vit hava mett hava serligan áhuga fyri føroyingar. Lesarin sær, at vit hava fleiri býir norðanfyri, enn bløð vanliga hava. Hetta er serliga ætlað teimum, ið vilja vita um veðurlagið, har fiskimenn okkara stríðast á havinum.
Umframt hetta hava vit eisini hvønn dag talvur, sum siga frá um hitalagið - mált í Havn og um avfallið. Talvurnar vísa hitalag og avfall fyri hvønn dag, eins og borið verður saman við miðal avfall og hitalag mánað fyri mánað. Vístur verður eisini lægst og hægst málda hitalag.
Seinastu fleiri enn fimtan árini hevur Sosialurin á baksíðuni prentað vestfalskyrrindi.









