Tey sum fara á konsert í Vágsbotni leygardagin kunnu vænta sær gott veður: Turt, sólglottar og hiti upp í 16 stig.
So positivur er veðurmaðurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen um veðrið um vikuskiftið.
Næstu dagarnar verður veðrið eisini gott, yvirhøvur turt og sólglottar og hitin upp í 13 stig í dag og upp í 15 stig í morgin.
Men fríggjadagin og leygardagin verður enn betur. Tá verður fleyr til gul av ymsum ættum, turt og sólglokkar, men mjørki í støðum. Hitin millum 12 og 16 stig, men har mjørki legst – um 10 stig.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Peturi Skeel Jacobsen.