Petur skal samskipa spælaramenningina

FSF hevur gjørt avtalu við Petur Simonsen, um at hann skal samskipa arbeiðið kring menningina av 11-12 ára gomlu spælarunum
Leikaramenningin fer í gongd í mars mánaði, og tá verður landið býtt í fimm økir, har hvørt øki fær ein økisvenjara knýttan at sær.
Vant verður 1 ferð um vikuna og uppá skift í økinum.
Endamálið við leikaramenningin er í stuttum: At geva tí unga evnaríka leikaranum serliga undirvísing og venjing saman við javnlíkum. At knýta feløg og ungdómsvenjarar í eitt mennandi og landsumfatandi netverk. At rekrutera og menna komandi U-landsliðsleikarar.