Petur skal døma U21-landsdyst

Petur Reinert, sum nú er altjóða føroyska dómaraumboðið, fekk í farnu viku nýggja uppgávu frá UEFA. Hann skal tann 11. september døma landsdyst millum Letlan og San Marino. Dysturin er partur av undankappingini fyri U21-landslið, og verður hann spældur í Riga.