Petur skal døma Europa League

UEFA hevur sett Petur Reinert at døma Europa League-dystin millum UE Santa Coloma úr Andorra og HSK Zrinjski Mostar frá Bosnia/Hersegovina, skrivar heimsíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 

Altjóða føroyska dómarakvartettin, við Petur Reinert, Regin Egholm, Jan á Líðarenda og Eiler Rasmussen, er av altjóða fótbóltssamgonguni UEFA, sett at leiða Europa League-dystin millum UE Santa Coloma úr Andorra og bosniska liðið HSK Zrinjski Mostar. Petur Reinert verður dómari, Regin Egholm og Jan á Líðarenda vera hjálpardómarar, meðan Eiler Rasmussen verður 4. dómari.

 

Europa League-dysturin millum UE Santa Coloma og HSK Zrinjski Mostar verður spældur á Estadi Comunal í Andorra hósdagin 4. juli.

 

Mynd:(www.fsf.fo)Fyrr í ár dømdi Petur Reinert U21-undankappingardyst millum Letland og Liktinstein. F.v.: Regin Egholm, Alex Troleis, Petur Reinert og Jan á Líðarenda