Petur Sørensen 50 ár

Fríggjadagin 2. mai fylti Petur Sørensen í Havn 50 ár.

Petur er føddur og uppvaksin á Skála, sonur Jóhannu, f. Johannesen, av Berjarheygnum á Skála, og Johannes Sørensen, ættaður úr Porkeri. Liðugur við skúlan arbeiddi Petur eina tíð hjá byggimeistaranum Dávur Jacobsen. Í 1973 kom hann til Havnar og fór í læru á skrivstovuni hjá P/F Leif Mohr. Síðan hann varð liðugur at læra, hevur hann arbeitt á goymsluni hjá Leif Mohr, har hann hevur nógv við skip at gera. 1. mars í ár hevði hann 30 ára starvsdag í fyritøkuni. Petur er giftur við Randfríð, f. Skorheim, úr Klaksvík, dóttir Janu og Jógvan Skorheim, vanliga nevndur Jógvan hjá Skós. Randfríð arbeiðir hjá grannskoðaravirkinum Inpact í Havn. Randfríð og Petur eiga dóttrina Janu.