Petur Reinert er ársins dómari

Petur Reinert er ársins dómari í mannfólkafótbólti, og 26 ára gamalt dómaratalent er ársins dómari í kvinnufótbólti.

Petur Reinert er ársins dómari kappingarárið 2020. Hetta er hann kosin til av venjarum og liðskiparum í Betrideildini, og hevur fingið heiðurin handaðan fyri løtu síðani á ársins-tiltakinum hjá Miðlahúsinum og FSF.

Hinir báðir tilnevndu til ársins dómara vóru FIFA-dómararnir, Alex Troleis og Kári á Høvdanum.

Petur Reinert, sum er 42 ára gamal og hevur dømt 14 dystir í Betrildeildini í ár, varð eisini kosin ársins dómari í 2007, 2009 og 2011.

- Eg royni at vera striksur, men altíð fair, segði Petur Reinert, tá ið hann varð spurdur um hvat tað man vera, ið leikarar dáma við honum.

Í fjør var tað Alex Troleis, sum varð kosin ársins dómari eftir at Lars Müller hevði verið á trónuni í heili sjey ár á rað.

Í Betrideildini hjá kvinnum bleiv Leivur Zachariassen kosin ársins dómari. Í fjør vann Árni B. Petersen hendan heiðurin.