Moldova hevði stóra yvirvág í EM-dystinum ímóti San Marino, har føroyskur dómarabólkur dømdi.
Petur Reinert dømdi dystin í Moldova, og afturat honum vóru Jan á Líðarenda, Regin Egholm og Eiler Rasmussen.
Moldova var tað betra liðið í dystinum og vann eisini uppiborið 4-0. Moldova hevði sambært hagtølunum hjá UEFA 21 royndir móti málinum, meðan San Marino bert hevði 4.
Í hálvleikinum var støðan 1-0 til Moldova, men 12 minuttir inn í seinna hálvleik gjørdi ein spælari hjá San Marino sjálvmál. Moldova økti til 3-0 løtu seinni, og móti endanum av dystinum skoraðu teir til 4-0.
Tá ið seks minuttir vóru eftir at spæla fekk Igor Tigirlas hjá Moldova reyða kortið frá Peturi Reinert. Umframt tað gav Petur Reinert eitt gult kort til ein spælara hjá San Marino.