Petur Prent í Mentamálaráðnum

Petur Mikkelsen (vanliga kallaður Petur Prent) letur upp listaframsýning í Mentamálaráðnum mikudagin 24. januar 2007, kl. 15.00 – 17.00.

Framsýningin eitur “Úr siðbundna haftinum” og er hetta, sigur hann, hansara síðsta naturalistiska framsýning.
 
Petur Mikkelsen er føddur í Syðrugøtu í 1955 og hevur teknað síðan hann var smádrongur. Umframt framvegis at tekna, sker hann eisini linoliumsskurar og málar akvarel- og oljumálningar. Hansara stóri áhugi fyri litum hevði við sær, at hann valdi at fara í læru sum prentari, og var hann útlærdur í 1974. Hann sigur seg fáa íblástur við at eygleiða alt rundan um seg, - inni sum úti, árstíðirnar, illveður, sólskinsdagar,- og gráar dagar. Tá alt er sodnað og hevur ment seg í heilanum gongur leiðin inn í atelieri. Hann er ateliermálari og málar ikki uttandura longur.
    
Í altjóða listini eru tað Leonardo, Rembrandt, van Gogh, Munch og Picasso, sum siga honum mest. Her heima eru tað m.a. Ingálvur av Reyni, Zacharias Heinesen, Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Torbjørn Olsen.
 
Petur Mikkelsen fær somuleiðis íblástur frá omanfyri nevndu persónum, og roynir hann at finna sín egna persónliga stíl. Ætlanin er at fara á Kunstháskúla í Holbæk í næstum.
 
Framsýningin Framsýningin, ið er almenn, er opin til 16. apríl 2007. Øll eru vælkomin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$