Petur Mikkelsen – sum vit vanliga kenna sum Petur Prent – er føddur í Syðrugøtu í 1955 og hevur teknað síðan hann var smádrongur. Umframt framvegis at tekna, sker hann eisini linoliumsskurar og málar akvarel- og oljumálningar.
Stóri áhugi hansara fyri litum hevði við sær, at hann valdi at fara í læru sum prentari, og var hann útlærdur í 1974.
Petur Prent sigur seg fáa íblástur við at eygleiða alt rundan um seg – inni sum úti, árstíðirnar, illveður, sólskinsdagar og gráar dagar. Tá alt er sodnað og hevur ment seg í heilanum gongur leiðin inn í atelierið. Hann er ateliermálari og málar ikki uttandura longur.??
Í altjóða listini eru tað Leonardo, Rembrandt, van Gogh, Munch og Picasso, sum siga honum mest. Her heima eru tað m. a. Ingálvur av Reyni, Zacharias Heinesen, Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Torbjørn Olsen.
Petur Mikkelsen fær somuleiðis íblástur frá omanfyri nevndu persónum, og roynir hann at finna sín egna persónliga stíl.??Framsýningin í niðastu hædd í Laðahúsinum – tað eru húsini hjá Jákup hjá Carl á Lag, sum Anfinn Rubek-Nielsen nú eigur – har handilin Kjallarin var fyrr – er opin til sunnudagin 4. september, hvønn dag frá klokkan 15 til 18.