Petur Pólson sum Cobain

Hoyr Petur Pólson tulka All Apologies hjá Nirvana

Á tiltaki í Spaniastovu í Klaksvík leygarkvøldið, vórðu sangir hjá Nirvana framførdir av føroyskum tónleikarum. Hetta var í sambandi við, at tað eru liðin 20 ár, síðani Kurt Cobain, sangari í bólkinum, doyði.

 

Ein av teimum, sum tulkaði Nirvana-tónleik, var Petur Pólson.

 

Omanfyri ber til at hoyra hansara tulking av sanginum All Apologies, sum hann framførdi saman við Benjamin Petersen og Per I. Højgaard Petersen.