Okkara hevur nú sett sølustjóra fyri fyritøkuna, og tað er tann royndi maðurin í øl-vinnuni, Petur Petersen, eisini kendur undir heitinum Petur Øl.
Bryggjaríiið Okkara á Velbastað sigur, at tey fegnast um nýggja sølustjóran, sum hevur so gott innlit í ølsølu- og matstovuvinnuna í Føroyum.
- Petur hevur holla vitan um bæði vinnuna, ið hann skal selja fyri, og tær vinnur, ið Okkara skal selja til. Harumframt er hann kendur fyri sín jaliga verumáta, og tað hevur týdning fyri dagliga arbeiðið í eini so lítlari fyritøku, sum Okkara framvegis er, bæði innanhýsis og fyri tað andlit, ið fyritøkan ynskir at vísa úteftir ? at leggja dent á góða tænastu, vælveru og góðsku, siga tey á Okkara.
Petur Petersen er 44 ára gamal og havnamaður. Hann hevur drúgvar royndir innan matstovuvinnuna og er harumframt væl kunnugur við avbjóðingarnar, sum liggja í at selja øl í Føroyum. Petur varð útlærdur kokkur á Hotel Borg miðskeiðis í 80?unum og arbeiddi umleið 10 ár sum kokkur í Danmark í 80?unum og 90?unum. Í 2000 yvirtók hann ølumboðssøluna hjá Føroya Bjór í Havn, sum foreldur hansara høvdu rikið í 35 ár undan honum. Frá 15. november 2010 er Petur Petersen sølustjóri á Okkara.