Petur Pólson hevur lagt tvey videoløg inn á sín MySpace-profil.
Á MySpace-profilinum hjá Peturi liggja nú tvey spildur nýggj videoløg. Og sjálvt um talan ikki er um MTV-góðsku (sjálvt um tað hevði verið feitt at sæð eitt av teimum har!), so er tað stuttligt at fáa eitt lítið innlit í lívið kring Koma-upptøkurnar í 2005.
Á sínum bloggi á síðuni, greiðir Petur frá: - Hetta er eitt slag av einum road-movie, tikin á einum biltúri frá Havn til Sandavágs. Og so eitt sindur í Sandavági. Tað næsta er ein filmur, sum Uni tók av einum fugli á eini tekju í Sandavági, til lagið Hválv.
Talan er um upptøkur, sum trummuspælarin Uni Árting tók í samband við innspælingarnar.