Daprir shoe-gaze?arar kappaðust við sólina og vunnu Petur Pólson er undarliga samansettur, men tað hava føroyingar vant seg við. Nýgiftur og glaður sang hann um at vera bangin innaní og bað publikum halda seg langt vekk við einum greiðum boðskapi á t-blusuni. Ella var tað kanska ein boðskapur til alt hitt illa.
Teir spældu onkrar av teimum bestu frá ?Koma?, men tað var eisini nógv nýtt av fløguni, sum fer at koma út. Tónleikararnir eru hinir somu sum á ?Komu,? og tað er bara gott, tí at sjálvt um teir ikki spæla saman so ofta, so eru teir eftirhondini millum teir best samanspældu í føroyskum høpi.
Nógv av tónleikinum byggir á samstarvið millum gittaristarnar báðar, Eiler og Boga, sum eisini hava bygt stóran part av tónleikinum upp. Teir umframt Petur hava spælt saman í fimtan ár.
Sandurin var ikki rokaður við fólki, men fólk fóru væl nøgd avstað, niðanaftur á spæliplássi, tó spyrjandi hvørt annað, hví ein so góð konsert við einum bólki, sum spælir so sjáldan, ikki kann vera longri enn so.
Ljóðið var eisini gott, og tað hevur nógv at siga, tí har sker so nógv í tónleikinum hjá Petur Pólson Band.
Teir spæla shoe-gaze rokk, har sum teir skrúva upp á pedalir næstan líka nógv, sum teir sláa streingirnar. Tað var í harðari kapping við sólina, at teir royndu at skapa dámin, har sum tað eigur at vera myrkt og kvalið og inni, men tað riggaði væl, úti.
Bestu løgini vóru tað fyrsta, ?Fremmandur,? og tað síðsta, eitt nýtt, við fýra gittaristum.
Meinhard Jensen










