Síðani Steinfinnur Mittelstein í februar segði seg frá sum stjóra í Pf. Havnar Fótbólti, hevur verið arbeitt við at finna nýggja frontfigurin. Hetta er nú komið uppá pláss, og verður komandi stjórin Petur Ove Kruse Johannesen.
HB skrivar á heimasíðuni, at Petur Ove er eingin ársungi í HB-húsinum. Síðan seinast í 2007 hevur hann verið settur sum skrivstovumaður upp á hálva tíð. Í hesum starvi hevur Petur Ove havt allan tann dagliga raksturin av felagnum. Eisini hevur hann sitið í nevndini í HB í fleiri ár, har hann var kassameistari í 10 ár.
Við heimasíðuna hjá HB sigur Petur Ove Johannesen seg taka við avbjóðingini við sera stórum áhuga. Serliga fer hansara arbeiðsøki at vera Vodafoneleikararnir, Fótbóltssambandið og útlendsku feløgini, eins og hann eisini fer at taka sær av dagligu leiðsluni og bókhaldinum hjá Pf.
Petur Ove Johannesen er 48 ára gamal og livir saman við Mariann. Saman eiga tey 4 børn. Samstundis sum hann verður stjóri í Pf. Havnar Fótbóltur, hevur hann eisini P.O. Brokers, sum er skipsmeklarafyritøka. Petur Ove er um at leggja síðstu hond á akademiútbúgving innan leiðslu.
Við heimasíðuna sigur komandi stjórin eisini, at hansara uppgáva verður lætt yvirkomilig sæð í ljósinum av, at felagið hevur eina sera vælvirkandi nevnd, og at undanfarni stjórin, Steinfinnur Mittelstein, hevur lagt lunnar undir frálíku gongdina higartil.