Klokkan 19 verður grannauppgerð við Løkina í Runavík, har NSÍ fær vitjan av Víkingi. Tá ið hesi somu liðini hittust í Sarpugerði 22. mai, vann Víkingur 1-0. Tað var ta ferðina, at Ari Olsen við langskoti skoraði rimmar málið, sum fór kring allan heimin.
NSÍ er á fjórða plássi við 35 stigum, og Víkingur eru á fimta plássi við 23 stigum.
Sammett við 1-0 sigurin í Fuglafirði hevur NSÍ gjørt eina broyting millum teir fyrstu elivu. Búi Egilsson er á vøllinum, og Betuel Hansen, sum Búi avloysti í Fuglafirði, er á beinkinum.
Petur Knudsen og Bárður J. Hansen vóru fyrr í ár lyklaspælarar hjá NSÍ. Teir hava verið skaddir nógvu tær seinastu vikurnar. Í kvøld eru teir báðir á NSÍ beinkinum.
Eisini hjá Víkingi er ein broyting sammett við 2-0 tapið á heimavølli ímóti HB. Andreas Lava Olsen er á beinkinum, og Jákup Johansen er millum teir fyrstu ellivu.
NSÍ – Víkingur kl. 19.00
Dómari: Rúni Gaardbo
NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Róvi Egilstoft Nielsen – Búi Egilsson, Jesper Flinck Christjansen, Mórits Heini Mortensen, Jann J. Benjaminsen – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Karstin Hansen, Jann Martin Mortensen, Petur Knudsen, Bárður J. Hansen, Salmundur Bech, Pætur Turiðarson Skipanes, Aron Knudsen
Venjari: Glenn Ståhl
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Noah Mneney – Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar – Lukasz Vieslewicz, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen
Á beinkinum: Sonni Højgaard, Andreas Lava Olsen, Elias J. Lervig, Bergur Gregersen, Geza David Turi, Arnbjørn Svensson, Aron J. Ellingsgaard
Venjari: Eyðun Klakstein