Petur og Annlis púra ósamd

Annlis Bjarkhamar og Petur Petersen vóru í flest allar mátar ósamd í sambandi við setanina av nýggjum landsantikvari

FYRISITING

Tað er kanska ikki so galið hjá teimum báðum Annlis Bjarkhamar og Peturi Petersen ikki at skulu hittast til arbeiðis hvønn morgun.
Í málinum viðvíkjandi setanini av nýggjum landsantikvari vóru tey bæði ro rúkandi ósamd. So mikið ósamd, at Petur Petersen kendi seg noyddan til at gera Anfinn Kallsberg vart við hetta.
Sosialurin hevur fingið innlit í skjølini í sambandi við viðgerðina hjá løgmanni av nógv umrødda málinum um landsantikvar setanina.
Sum heild er lítið nýtt at finna í skjølunum, tí alt tað, ið ikki hevur verið væl og virðiliga frammi í fjølmiðlunum.
Men skjølini siga eina søgu um, hvussu ósamd Annlis Bjarkhamar, fyrrverandi landsstýrismaður, og Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, hava verið.
Òsemjan sæst fyrst, tá Annlis Bjarkhamar boðar frá, at hon ikki ætlar at fylgja báðum tilmælunum frá setanarnevndini ? at seta Símun V. Arge í starv sum landsantikvar ? men heldur fer at seta Steffen Stummann Hansen í starv.
Tað framgongur av skjølunu, vit hava fingið innlit í, at aðalstjórin mælir Annlis Bjarkhamar frá at taka hesa avgerð, men hon tvíheldur um sína støðu ? og Steffen Stummann Hansen verður settur í starv.
Tá løgmaður so seinni biðjur um eina frágreiðing, so fer Annlis Bjarkhamar nakað illa við Peturi Petersen og hinum ? í øllum førum eftir teirra tykki ? og Petur Petersen sendir løgmanni sína egnu frágreiðing, har hann vísur á, at hann er púra ósamdur við Annlis Bjarkhamar.
Petur Petersen metir, at tað er skeivt, tá Annlis Bjarkhamar rør framundir, at setanarnevndin ikki hevur gjørt eitt nóg gott og ósakligt arbeiði.
Eisini vil hann vera við, at Annlis Bjarkhamar hevur hótt við at siga hann úr starvi, skrivaði hann ikki undir brævið til Magistarafelagið, ið Annlis Bjarkhamar sendi, eftir at málið var komið alment fram.
Hesum noktar Annlis Bjarkhamar í einum nýggjum skrivi til løgmann fyri.
Tað er ógvuliga ilt hjá okkum at skriva greitt um ósemjurnar, tí tað nógva í skjølunum er strikað út, soleiðis at tað ikki er lesiligt fyri at fjala útyvir allar persónligar upplýsingar og upplýsingar í trúnaði.