Petur Mohr Dam á fólkating í 1948

Tá vit í blaðnum í gjár skrivaðu um javnaðarmenninar, sum í Føroyum eru

valdi á fólkating, kom ein óheppin villa í yvirlitið.

Vit søgdu, at Petur Mohr Dam varð valdur á fólkating á fyrsta sinni í 1957. Hetta er ikki beint.

Við valið í 1957 fall Petur Mohr Dam, og Thorstein Petersen úr Fólkaflokkinum varð valdur. Petur Mohr Dam var á fyrsta sinni valdur í fólkatingið í 1948, tá Javnaðarflokkurin gjørdi listasamgongu við Sjálvstýrisflokkin. Hann var afturvaldur við valið í 1950. Í 1953 vóru tvey fólkatingsval, annað í mai og hitt í oktober. Til hetta valið stillaðu bert Sambands- og Javnaðarflokkurin upp,. og var tí einki val hildið. Men 21 mai 1957 var stillaði Fólkaflokkurin uppaftur - og vann mannin frá Javnaðarflokkinum.

Frá 1960 til 1984 átti Javnaðarflokkurin fólkatingsmannin, eins og skeiðið 1987/88, 1990-94.

Jóannes Eidesgaard er fimti fólkatingsmaður Javnaðarfloksins.