Fríggjakvøldið klokkan 20:00 byrjar mentaløtan í Trongisvágs skúla, tá Jóannes Eidesgaard, floksformaður setur stevnuna. Summarkórið fer at syngja kórsang, og Kanny Sambleben og Árni Hansen fara at spæla lættan klassiskan tónleik fyri violin og klaver.
Thomas Michael Smith fer at lesa tilfar eftir P. M. Dam, Katrin Jørgensen og Tróndur Enni fara at spæla ávikavist trompet og cornet og solostykki við klaverfylgispæli.
Finn Juel Thomsen fer at lesa upp yrkingar eftir M. S. Viðstein og Ad Libitum fer at spæla undirhaldstónleik. Eisini verður ein afturlítandi fotoframsýning um arbeiðararørsluna serstakliga á Tvøroyri, og verður hon opin báðar dagarnar.
Leygarmorgunin klokkan 9:30 fer Jóannes Dalsgaard, mentamálastóri at tosa um »Arbeiðararørsluna serstakliga á Tvøroyri«. Karl Jespersen, fyrr. fakfelagsformaður fer at hugaleiða um P. M. Dam og Atli P. Dam fer at siga frá pápa sínum.
Jákup Lindenskov, fyrrv. landsstýrismaður fer at hugleiða um M. S. Viðstein.
Klokkan 13:00 fer Jóannes Eidesgaard, floksformaður at tosa um Javnaðarrørsluna politiskt og fakliga.
Danski umhvørvismálaráðharrin, Svend Auken fer at tosa um »Týdningin av javnaðarhugsjónini í komandi øldini«, og Leif Häg, umboð fyri LO í Svøríki fer at tosa um evnið: »Globalisering - ein hóttan ella ein møguleiki«.
Undir evninum »Javnaðarflokkurin - fakrørslan frameftir« fara Jákup Danielsen, fyrrv. formaður í Starvsmannafelagnum, Joan Ziskason, formaður í Sjúkrasystrafelagnum, Símun Abrahamsen, stjórnarlimur í FA, Hans Hammer, formaður í Fylking at hugleiða.
Eisini fer Maria Petersen, formaður í Sosialistiskum Ungmannafelag at tosa um »Javnaðarflokkin og framtíðina«.
Tiltakið er alment og endar við eini jubileumsveitslu um kvøldið.