Petur Mittún, venjari hjá H71, harmaðist um at marginalarnir ikki vóru á teirra síðu eftir hálvfinalubrakið ímóti Kyndli í høllini á Hálsi í kvøld, har Kyndil tapti 24-26 – men samanlagt vann 45-43.
- Marginalarnir vóru á teirra síðu, og tað gjørdi tað nógv tyngri. Tað vóru teir heilt smáu marginalarnir, sum avgjørdu tað, helt Petur Mittún fyri eftir dystin
Hóast teir í samlaðu støðuni vóru aftanfyri við fýra málum undan dystinum, so var tað ikki taktiska ætlanin at strúka avstað og frá fyrsta bríksli.
- Uppleggið var ikki at fara í panikk og ikki neyðturviliga koma á odda við fýra málum alt fyri eitt. Vit royndu at gera tað meiri konkret og vinna hvørt korter við einum máli. Tað riggaði rímiliga væl og vit vóru á odda við fýra málum í hálvleikinum og síðani við seks málum í seinna hálvleiki, sigur hann og leggur afturat, at teir síðani vóru nakað óroyndir og sjálvir fingu útvísingar, sum at enda lorkaði finaluplássið burtur.
Lesið alla samrøðuna við Petur Mittún og nógv meiri um hálvfinaluna í Sosialinum í morgin.