- Eg vil fyrst siga, at hetta ikki er eitt blaðungt Neista-lið. Har eru nógvir royndir leikarar við. Tá tað so er sagt, so er hetta avgjørt ikki nøktandi, sigur Petur Mittún, sum ikki er nøgdur við hvussu hansara leikarar fóru seg fram í dystinum.
- Vit fóru at spæla upp á teirra premissir. Styrkin hjá teimum er jú verjan, og vit spæla óskipað og ov nógv ein og ein. Verjan hjá okkum er tætt við at vera ein katastrofa í dag. Teir skjóta 28 mál í dag, hóast teir hava ligið um 20-21 mál í hinum dystunum. Tað boðar frá einari verju, sum ikki var klár, sigur hann.
Petur Mittún miðjar framvegis eftir at koma í finaluna.
- Nú er KÍF farið eitt sindur frá hinum liðunum, men vit vóna at kunna blanda okkum upp í tann partin, og um tað hevði rokkið til eitt finaluplass, so hevði tað verið fantastiskt, segði H71-venjarin at enda.