Høgni Carlsson hevur tikið við nýggjum avbjóðingum í Atlants Tøkni, og nýggjur stjóri í fyritøkuni verður 35 ára gamli Petur Mittún Atlants Tøkni hevur skift stjóra. Høgni Carlsson, sm saman við Jógvani K. Glerfoss og Yngva Guttesen setti fyritøkuna á stovn í 2001, hevur gjørt av at átaka sær nýggjar avbjóðingar í fyritøkuni, og harvið lata stjórastarvið frá sær. Petur Mittún tekur við sum nýggjur stjói í Atlants Tøkni 1. juni
Petur Mittún er 35 ára gamal og hevur seinastu tíðina starvast hjá Atlants Tøkni, men hevur annars royndir frá Føroya Banka, ISS Danmark og fýra árum hjá Samteld. Petur Mittún er upprunaliga bankalærdur og hevur síðani lisið datalogi og búskap við Copenhagen Business School.
Millum fyrstu uppgávurnar hjá nýggja stjóranum verður at standa á odda fyri skjótast vaksandi menningarfyritøkuni í Føroyum, og at víðarimenna hana til heimligu avbjóðingarnar, umframt at brynja hana til at luttaka á altjóða pallinum.
Atlants tøkni fekk í 2007 til uppgávu at standa á odda fyri Føroya størstu KT-verkætlan. Talan er um at menna Almannastovuni eina nýggja KT-skipan, ið skal loysa av tær átta, ið framman undan eru. Við nýggju skipanini, sum skal verða liðug í 2010, fær Almannastovan eina og somu skipan, ið skal nøkta tørvin tey nógvu komandi árini. Heildarskipanin, ið fer at streymjavna, effektivisera og nútímansgera almannaverkið, inniheldur millum annað mondul til forsorg, pensiónir, dagpening, journalisering og málsviðgerð.
Atlants Tøkni hevur seinastu árini ment skipanir til privatar fyritøkur og almennar stovnar so sum IBM, Føroya Tele, Tryggingarfelagið Føroyar, Elektron og onnur.