Petur er sonur Henrikku, f. Magnussen, og Gordon Midjord. Hon av Heiðunum og hann úr Fuglafirði. Petur er yngstur av fýra systkjum. Systrarnar eru Lydia, Helma og Gay.
Petur er vinnulívsmaður og hevur í mong á verið stjóri í P/f Sandgrevstur. Fyrst eitt sindur um P/f Sandgrevstur, sum hevur verið ein so stórur partur av lívinum hjá Peturi.
P/f Sandgrevstur varð stovnað í 1949 av faðirinum Gordon Midjord saman við øðrum.
Sama árið keypti felagið sandbátin Ormen V" úr Danmark, og var hann í vinnu til miðskeiðis í 70-unum.
Í 60-unum keypti felagið fiskiskipið "Gulldrang" og seinni eisini "Mazeppu", sum eitt nú fiskaðu sild norðanfyri Føroyar. Seinni varð "Fuglfirðingur" keyptur. Sum eitt av fyrstu føroysku skipunum varð hann útgjørdur til ídnaðarveiðu og fiskaði fyri tað mesta í Norðsjónum. Men fiskiskipini vóru ikki eins drúgv í felagnum sum sandbátarnir, og tá "Fuglfirðingur" í 1984 varð seldur til Tvøroyrar, var hesin parturin av reiðaravirkseminum fyribils av.
Samstundis gjørdist sand- og fraktflutningurin aftur ein støðugt størri partur av virkseminum. Felagið hevur gjøgnum árini átt fleiri skip og í dag rekur felagið teir tríggjar sand- og fraktbátarnar: Sandfrakt, Vón og Vitan.
Hesi 56 árini felagið hevur virkað, eru tíðirnar broyttar ómetaliga nógv og uppgávurnar somuleiðis. Tað hava verið góðar tíðir, og onkuntíð hevur verið harður andróður. Men felagið hevur altíð duga at fóta sær, funnið nýggjar leiðir og átikið sær nýggjar uppgávur. Og í dag er størri parturin av virkseminum hjá P/f Sandgrevstri uttan fyri landoddarnar.
Petur er sum sagt yngstur av systkjunum. Pápin var nógv til skips so serliga mamman og tær tríggjar systrarnar mundu gera sítt til, at evnagóði og ágrítni drongurin fekk tryggar karmar at mennast og vaksa upp í. Longu sum 15 ára gamal fór Petur til skips og hevur hann øll árini síðani havt við sjógvin og sjóvinnu at gera - so ella so. Í 1954 tók Petur skiparaprógv.
Petur kom inn felagið P/f Sandgrevstur í 1950 og hetta árið byrjaði hann at sigla við Orminum.
Petur er ikki bangin fyri at taka á seg mest krevjandi uppgávurnar og traðka til, har mest ástendur - onkuntíð sum maður og bilførari, aðrar tíðir sum skipari og maskinmaður og aftur aðrar tíðir sum smiður og mekanikari. Hetta hevur verið søgan til dagin í dag, hóast Petur hevur verið stjóri og eigari av felagnum seinastu mongu árini.
Petur hevur altíð verið sera arbeiðssamur og fjølbroyttur, og hann er hegnismaður sum fáur. Frá barni av hevur alt sum hevur við motorar og mekanik at gera havt hansara stóra áhuga. Hann hevur altíð havt gott áraði, og longu sum stórur smádrongur - hann rakk nóg illa upp til rútin - plagdi hann at "manøvrera" Almu, postbátin hjá pápabeiggjanum Poul Rustin, til kai. Og ikki meira enn 19 ára gamal gjørdist hann 2. meistari á trolaranum Vitanum.
Petur hevur siglt nógv millum oyggjarnar og hevur vitja flestu pláss við sandbátunum. Mangan varð lagt nógv fyri, ikki minst tá farið varð til útoyggjarnar. Her kravdist góður sjómansskapur, og neyðugt var at hava gott skil á streymi og siglingarmøguleikum. Her vísti Petur seg altíð sum tann góða sjómannin - djarvur, men skilagóður.
Petur er undangongumaður. Ikki ein sum ger so nógv burtur úr sær sjálvum, men hann er sera miðvísur og arbeiðssamur. Hann krevur nógv av teimum, hann samstarvar við, men mest av øllum setur hann sær sjálvum stór krøv. At manningar og arbeiðsfólk støðast leingi í virkinum boðar frá, at tey trívast væl og kenna á sær, at tað arbeiði, tey gera, verður virðismett.
Hevur P/f Sandgrevstur havt stóra ávirkan á lívsleiðina hjá Peturi, so hevur Ása, kona Petur, ikki havt tað minni. Ása hevur staðið honum við lið øll hesi árini, og saman hava tey á ein náttúrligan og sjálvsagdan hátt virkað sum eitt nýmótans leiðslu-toymi, har góðu og ymisku evnini hjá teimum hava virkað saman og staðið á odda fyri einum sera vælriknum felagi.
Longu sum heilt ung gjørdust Ása og Petur góð. Avgjørt eitt par, sum varð lagt merki til tá. Ása og Petur giftust 21. juni í 1958 og fluttu í nýbygdu húsini Norðuri í Gerði 7 í Fuglafirði sama dag. Tey eiga børnini Ann, sum er gift Poul Jákup Mohr úr Fuglafirði, Birgith, sum er gift Krisjan Christiansen úr Tórshavn og Gordon Martin, sum er giftur Davis, f. Joensen, úr Klaksvík. Barnabørnini eru 7 í tali.
Heimið hjá Ásu og Peturi andar av hugna og røkt. Alt tað, tey takast við, verður gjørt av einslistum, ikki bara onkursvegna. Tú kennir teg altíð hjartaliga vælkomnan í heimið og blíðskapurin er óførur. Og mangur er, sum á ymsan hátt hevur notið gott av umsorgan og gávumildni teirra.
Petur ber seg sera væl, og eyðkenda fatta gongulagnum bilar onki. Og hóast tey 75 árini leggur hann framvegis nógv fyri og er sera virkin í felagnum.
Føðingardagurin verður hildin saman við børnunum.
Petur! Hjartaliga til lukku við 75 ára degnum.
Vinir