Petur Martin Rasmussen prestur áttati

Petur Martin Rasmussen er føddur á Skála tann 24. sept 1931. Foreldrini vóru Olaf Rasmussen og Súsanna Maria, vanliga nevnd Jústi.
Petur Martin vaks upp á Skála øll barnaárini.
Hann fór til Havnar í 1948 og tók præliminerprógv í 1950. Síðani fór hann í stu­denta­skúla og tók studentsprógv í Havn í 1952. Sama ár fór hann til Keypmannahavnar at lesa guðfrøði, har hann búði á Regensini ella Garði nærum øll lestrarárini.
Eftir loknan guðfrøðiligan lesnað í 1960, gjørdist Petur Martin hjálparprestur hjá Jóhan Nielsen sum var fólka­tingsmaður. Í 1962 gjørd­ist hann prestur í Havn og adjunktur á Studenta­skúl­anum.
Í 1971 fekk hann presta­embæti á Eiði, har hann var til 1983, tá ið hann fór aftur til Havnar at gerast lektari á Setrinum. Petur Martin stovnaði guðfrøðideildina á Setrinum, og í 1987 gjørdist hann doktari í guðfrøði á uni­versitetinum í Lund í Svøríki. Doktararitgerðin snúði seg um politisku søguna hjá før­oyska kirkjumálinum, ein ritgerð, sum navnframi kirkju­søgumaðurin P. G. Lind­hardt gav besta skoðsmál. P. G. Lindhardt dró samanum við hesum stuttligu og heldur spísku orðum: »Færøsk var godt nok i daglig tale, men i kirken var det en synd bðde mod Gud og mennesker.«
Í 1990 fekk Petur Martin em­bæti sum dómpróstur Før­oya, og røkti hann hetta starv, til hann gjørdist prest­ur á Tvøroyri, har hann var til hann fór frá fyri aldur í 2001.
Petur Martin Rasmussen hevur altíð havt livandi áhuga fyri føroyskari søgu, móður­málinum og ættarsøgu. Ansin fyri móðurmálinum fekk hann frá pápa sínum, sum hevði gingið á háskúla í sínum ungu døgum og hevði lært at skriva føroyskt hjá Símuni av Skarði.
Petur Martin hevur skriv­­að eina ørgrynnu av bók­­lig­um tilfari, og í løtuni arbeiðir hann, saman við systkina­barninum Peturi Poul­sen, við eini bók um heim­bygdina Skála.
Petur Martin er giftur Ingi­bjørg, fødd Jakobsen, sum er ættað úr Hvalvík.