Petur Knudsen: Tað verður hvørki Føroyar ella Ísland

Føroyski landsliðsspælarin er nú uttan sáttmála og ynskir at spæla á hægri stigi

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Petur Knudsen til venjing á Tórsvølli í dag

Sáttmálin millum Petur Knudsen og Lyngby er útgingin og verður ikki longdur. Tí skal føroyski landsliðsspælarin finna sær eitt nýtt felag. Hann er settur í samband við bæði føroysk og íslendsk feløg, men hann avsannar sjálvur, at tað er ein møguleiki.

 

- Eg komi ikki heim til Føroyar at spæla, og tað er eisini ósannlíkt at eg fari til íslands. Eg havi prógvað, at eg kann klára meg í Superliguni, ið er styrkismett sum tann besta í norðurlond. Eg kundi hugsa mær at roynt meg á hægri stigi, sigur Petur Knudsen.

 

Hann vil ikki siga, um hann hevur eitt slíkt tilboð á borðinum, men váttar at hann hevur nakrar møguleikar. Har í millum onkrar úr Norðurlondum eisini. Petur Knudsen er við landsliðshópinum, sum skal spæla móti Kekkia og Albania í næstum.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Petur Knudsen til venjing á Tórsvølli í dag