Petur Jacob fyllir 90

Dagurin verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia leygardagin hin 17. september.

 

Myndina av Petur Jacob Sigvardsen eigur KvF.

Týsdagin hin 13. september fyllir Petur Jacob Sigvardsen 90 ár.

 

Hetta er ein stórur dagur, og dagurin verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia leygardagin hin 17. september frá klokkan 12 til 17.

 

Tey, sum vilja hátíðarhalda dagin saman við Petur Jacob, verða vinaliga biðin um at siga frá í seinasta lagi hin 11. september.

 

- Til ber at senda sms ella ringja til abbasonin, Tummas, á fartelefon 221092, siga tey, sum skipa fyri føðingardegnum.

 

 

 

Myndina av Petur Jacob Sigvardsen eigur KvF.