Petur J. Sigvardsen frá sum formaður

Eftir at hava sitið sum formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í 10 ár fór Petur Jacob Sigvardsen í Havn frá á ársaðalfundinum mikudagin 23. apríl.

Petur Jacob er føddur 13. september í 1932 við Gjógv, sonur Elisabeth, f. Joensen, og Karl Jacob Sigvardsen, bæði frá Gjógv. Hann er giftur við Jacobinu, f. Petersen, úr Sandavági. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1956 og var lærari í Mykinesi frá 1956-57. Frá 1957-58 var hann lærari í Miðvági og frá 1959 sum lærari við Miðvágs/Sandadvágs Skúla. 1. august í 1973 bleiv hann settur í starv sum skúlaráðgevi, og 1. desember 1979 varð hann settur sum deildarleiðari í Landsskúlafyrisitingini. Hann fór úr hesum starvi 1. august 1997. Petur Jacob var næstformaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd frá 1977 og formaður síðan 1993. Hann hevur týtt fleiri bøkur og yrkt og týtt fleiri sálmar og sangir. Hann hevur m.a. skrivað bøkurnar "Úr Gjáar søgu".