VIRÐISBRØV
Ein træta hevur stungið seg upp i samgonguni, hvørt Føroya Fiskavirking skal seljast um ein virðisbrævamarknað.
Kaupthing Føroyar fæst við at handla virðisbrøv fyri útlendsk og føroysk viðskiftafólk. Petur Holm, stjóri fyri Kaupthing, sigur, at enn er torført at siga nakað um, hvør áhugin verður fyri Fiskavirking, tí sølutreytirnar eru enn ikki greiðar. Nevndin fyri Framtaksgrunnin miðjar ímóti at nýta teir næstu 2-3 mánaðirnar.
?Endmálið er avgerandi. Tað er spurningur um, hvat mann vil við Fiskavirking, sigur Petur Holm, sum sigur tað vera torført at siga nakað um, hvat kann hugsast at henda, um Fiskavirking endar á einum Virðisbrævamarknaði.
?Skalt tú selja um ein virðisbrævamarknað, so krevur tað, at øll fáa møguleikan at keypa, og tað er ikki vist, at hetta gevur besta prísin, sigur Petur Holm.
Sum lóggávan er í løtuni, so kunnu útlendingar keypa sum teimum lystir á einum føroyskum virðisbrævamarknaði. Petur Holm heldur tað heldur ikki negativt, um útlendskur kapitalur við hægsta boði keypur Fiskavirking, tí mann má rokna við, at hetta letur fyritøkuna í góðar hendur.
?Generelt vera við noydd at vera opin. Skulu vit kunna keypa hjá øðrum, so mugu tey eisini kunna keypa hjá okkum, sigur Petur Holm, sum aftur her vísir á, at tað er ein spurningur um, hvat mann vil.
Petur Holm heldur ikki, at tað hevur tann stóra týdningi í sjálvari søluprosessini, um Fiskavirking hevði verið selt um ein virðisbrævamarknað, men hetta kann fáa ávirkan seinni.
Í løtuni fáa donsk virðisbrøv ein skarpan gang, tí danski marknaðurin verður nógv ávirkar av tí amerikanska. Áhugin hjá keyparunum er minkaður, og virðini minka støðugt.
Petur Holm, sigur, at tað væntandi vildið gingið drúgv tíð, áðrenn ein føroyskur virðisbrævamarknaður fór at fylgja útlendska marknaðinum.
Teir føroyingar, sum eiga virðisbrøv í Danmark í aðrastaðni, luttaka sjálvandi í virðistapinum, men annars fær hetta onga ávirkan á føroyskt vinnulív, sigur Petur Holm.
Klárur í ár?
Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, er formaður fyri VMF (Virðisbrævamarknað Føroya). Hann sigur, at tann tekniski parturin væntandi verður klárur í ár, men enn resta nógvar fyrireikingar til ein føroyskur virðisbrævamarknaður verður veruleiki.
?Í teoriini kann Føroyski Virðisbrævamarknaðurin verða klárur í ár, sigur Sigurd Poulsen.











