Petur Hans Winther 75 ár

Ein heilsan til pápa mín nú hann er blivin 75 ár.

Eg vil ynskja tær hjartaliga tillukku og takka fyri, at tú ert akkurát tú.


Tú byrjaði lívið sum sonur hjá Rosu og Jóhan Jacob Winther í Skopun, næstelst av níggju systkjum - sera vøkrum systkjum skal sigast.


Væl vitandi um, at tú ikki ert fyri at verða róstur, vil eg her við bert siga nøkur fá orð um teg.


Tú hevur strítt - bæði á sjógvi og á landi - kanska einamest hevur sjógvurin drigið teg og harhevur tú forvunnið til dagin og vegin hjá okkum beiggjum og mammu.


Sjálvt um heilsan hevur spælt tær eitt puss tey seinastu árini, so er tú altíð í sving við onkrum: seyði, egning, tú málar og ikki minst hjálpir tú mammu við tí dagliga arbeiðinum heima.


Eg má siga, at tú pápin er so ríkur - fimm synir, fimm verdøtur, 22 abbabørn, onkur við maka eisini og 10 langabbabørn, sum øll eru líka góð við teg - ja, hvussu ríkur kann man vera.


Eg vil bert takka fyri, at tú er pápi mín.


Tak er kun et fattigt ord.


Heilsan Karlon