Petur H. Jacobsen selur málningar á Galeo

Havnarmaðurin Petur Háberg Jacobsen hevur seinastu tíðina lagt um á listar bógnum – vit hava kent hann meira sum tónleikara, men hann hevur havt fleiri málningaframsýningar seinastu mánaðirnar.

Hann hevði sína fyrstu sjálvstøðugu málningaframsýning í heyst. Tað var í Williamsstovu í Niels Finsensgøtu í Havn. Hann segði tá við in.fo, at hann var sera væl nøgdur við fyrstu framsýning sína, og hann megnaði at selja helmingin av málningunum, sum vórðu sýndir fram.

Hann hevur síðani millum annað sýnt fram í Ribarhúsi og í Fuglafirði og á Biskupstorginum í Klaksvík.

Nú er hann so farin at selja málningar á donsku heimasíðuni www.galeo.dk, sum hevur eina vangamynd av føroyska listarmanninum, og sum millum annað lýsir hann soleiðis:

»Lær Petur at kende

Petur Háberg Jacobsen, der går under kunstnernavnet, PETUR, er en ægte søn af Færøerne, og har rødder dybt forankret i øernes dramatiske landskaber og kulturelle rigdom. Hans uddannelse fra Aalborg tekniske skole har givet ham et solidt fundament, som han nu anvender i sin kunstneriske proces. Denne baggrund giver hans arbejde en særlig dybde og struktur, som skiller sig ud i kunstverdenen.

Musik og kunst har altid været en del af Peturs liv, og hans musikalske rejse har paralleller med hans kunstneriske udtryk. I hans øjne er skabelsen af musik og kunst to sider af samme mønt. Peturs kunst er en invitation til at deltage i en dialog, ikke kun med værket, men også med kunstneren selv, hvor hver penselstrøg og note fortæller en historie om hans identitet, inspiration og passion.«

Trýst á myndina niðanfyri fyri at koma inn á galeo.dk

 

##med2##