Petur Grønagarð fór við gullinum

Tað vóru báðir favorittarnir, Petur Grønagarð og Remy Hansen, sum møttust í finaluni í einmansleiki, og Petur dró longra stráið. Í tvímansleiki vunnu Jens Petur Poulsen og Flemming Hansen á Peturi Grønagarð og Henningi Thomsen

Um vikuskiftið endaði kappingarárið í dart, og endabresturin var FM-kappingin, sum hesuferð var í B36-húsinum í Havn.
Leygardagin varð kappast í einmansleiki. 24 teir fremstu á styrkilistanum sleppa at luttaka, men vegna avboð sluppu nakrir, sum liggja longri niðri á listanum, eisini at luttaka.
Allir leikararnir, sum vóru styrkismettir ovast, gjørdu sína skyldu í bólkaspælinum, og tí møttist eingin av favorittunum í áttandapartsfinalunum. Nakrar av hesum finalunum gjørdust spennandi, men favorittarnir drógu longra stráið.
Fjórðingsfinalurnar gjørdust als ikki spennandi, hóast talan skuldi verið um javnar mótstøðumenn. Poul Poulsen, Petur Grønagarð og Alvin Egholm høvdu allir lætt við at spæla seg í hálvfinalurnar, meðan Remy Hansen hevði heldur tungt við at syfta Jens Petur Poulsen.
Remy Hansen vann í aðrari hálvfinaluni 5-1 á Poul Poulsen. Í hinari hálvfinaluni mátti føroyameistarin frá í fjør, Alvin Egholm, dvína fyri Peturi Grønagarð, sum vann 5-3. Sostatt møttust Remy Hansen og Petur Grønagarð í finaluni, og hesir báðir vóru frammanundan mettir sum sterkastu luttakararnir.
Finalan gjørdist rættiliga spennandi. Teir báðir fylgdust upp til 4-4, og Petur Grønagarð legði seg síðani framum. Tíggjuna og avgerandi settið vann Petur, og hann kundi hevja armarnar sum FM-vinnari enn einaferð.
Remy Hansen hevur framvegis sítt fyrsta FM-heiti til góðar, hóast hann tvey tey seinastu árini er endaður ovast á styrkilistanum fyri alt kappingarárið.

Tvímansleikur
Frí tilmelding var til kappingina í tvímansleiki, men bara trettan pør luttóku. Alvin Egholm og Oddfinn Hansen møttu Jens Peturi Poulsen og Flemmingi Hansen í hálvfinaluni. Jens Petur og Flemming vunnu tó tepurt 5-4 og fóru víðari í finaluna.
Remy Hansen og Jan Midjord møttu Peturi Grønagarð og Henningi Thomsen í hinari hálvfinaluni. Henning og Petur vunnu sannførandi 5-1.
Petur og Henning høvdu vunnið FM í tvímansleiki tvey ár á rað, meðan hetta var fyrsta finalan hjá hinum parinum.
Jens Petur Poulsen og Flemming Hansen vóru favorittar í finaluni, og tað megnaðu teir eisini at liva upp til. Teir vunnu finaluna sannførandi á Peturi Grønagarð og Henningi Thomsen. Úrslitið var 6-1, og veruligur spenningur var ongantíð í finaluni.
Føroya Bjór stuðlaði FM-kappingini í dart.