Petur fullførdi sítt hattrikk

Petur Knudsen er ársins áleypari, ársins ungi leikari og nú eisini ársins leikari yvirhøvur.

Hann er longu fyrr í kvøld kosin besti ungi leikari og besti áleypari í Føroyum, og nú hevur Petur Knudsen úr NSÍ fullført eitt vakurt heiðurs-hattrikk við at vinna størsta heiðurin av øllum, nevniliga heiðurin sum ársins leikari í føroyskum fótbólti 2020.

Hinir báðir tilnevndu til ársins leikara í mansfótbólti vóru føroyameistararnir, HB-leikararnir Teitur M. Gestsson og Mathias Nygaard. Teir eru fyrr í kvøld kosnir sum ávikavist ársins málverji og ársins miðvallari.

Í føroyskum kvinnufótbólti er tað Evy á Lakjuni úr KÍ, ið er kosin sum ársins leikari. Hon var tilnevnd saman við Heidi Sevdal úr NSÍ og Jacobu Langgaard úr ÍVB, og Evy hevur fyrr í kvøld eisini vunnið heiðurin sum ársins miðvallari.

Hetta er fyrstuferð, at Petur Knudsen og Evy á Lakjuni vinna heiðurin sum ársins leikari. Í fjør vóru tað Jóannes Bjartalíð og Heidi Sevdal, ið vórðu kosin ársins leikarar.

##med2##

Evy á Lakjuni, ársins leikari í kvinnudeildini.