Petur formaður í ICES-arbeiðsbólki

Fiskifrøðingurin, Petur Steingrund fer komandi trý árini at standa á odda fyri einum arbeiðsbólki, ið hevur við stovnsmetingar at gera.

Hesin ICES-arbeiðsbólkurin tekur sær millum annað av at gera stovnsmetingar av toski, hýsu og upsa undir Føroyum.

Bólkurin hevur eina skipan, har formaðurin verður valdur fyri trý ár í senn, og har londini skiftast um at eiga formannin.

Í 2012, og trý ár fram, hava Føroyar formannin, og verður tað Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni sum skal standa á odda fyri hesum.

Arbeiðsbólkurin savnast í Keypmannahavn hvørt vár at meta um støddina á fiskastovnunum við Eysturgrønland, Ísland, Føroyar og í Irmingarhavinum. Talan er um tosk, hýsu, upsa, sild (við Ísland), lodnu (við Ísland), svartkalva, stóra kongafisk og trantkongafisk.

Stovnsmetingin er síðan grundarlagið undir ráðgevingini hjá ICES, sum vanliga er tøk um mánaðarskiftið mai-juni. Havstovan letur Fiskimálaráðnum sítt tilmæli viðvíkjandi føroysku botnfiskastovnunum í seinasta lagi 15. juni á hvørjum ári.