Petur fer til Lyngby

NSÍ staðfestir nú tíðindini, sum leingi hava sagt, at Petur Knudsen nú fer at spæla í Lyngby í næstbestu donsku deildini

Dánial Hansen, formaður í NSÍ, handaði Peturi Knudsen blómutyssi, tá ið hann spældi síðsta heimadystin fyri barndómsfelagið - í hesum umfari. Tað var 18. juni ímóti B68. NSÍ vann 4-3, og Petur Knudsen skoraði tvey mál

Dánial Hansen, formaður í NSÍ, skrivar soleiðis á heimasíðuni hjá NSÍ:

Tað hevur ongantíð verið nakað loyndarmál, at Petur Knudsen er ein fantastiskur leikari, og eru vit í NSÍ glað og stolt av Peturi. Vit hava havt hann í felagnum síðani hann sum 4 ára gamal traðkaði á vøllin, og tíðliga sást at evnini hjá Peturi vóru góð. Petur er eitt at okkara gulleggum, og tí er tað keðiligt at missa ein so góðan og týðandi leikara. Men hettar er nakað, sum vit øll hava vita, og Petur skal fáa lov til at sleppa á flog, og mennast enn meira sum leikari. Vit eru stolt av tær Petur, og vit eru takksom fyri tíðina, sum tú hevur verið í NSÍ. Tú eigur altíð eitt pláss í NSÍ, og sjálvandi kemur tú einaferð heimaftur í tí gulu blusuna.

Vit ynskja tær alt tað besta, og góða eydnu nú tú fert at royna tíni evnir av í Lyngby.