Petur Even er sonur Bysse og Tórmóð Djurhuus í Hoydølum. Hann er útbúgvin løgfrøðingur frá Universitetinum í Keypmannahavn í 1988 og starvast hjá Advokatfelagnum yvir við Strond í Havn.
Umframt advokatvirki sítt, so er Petur Even eitt nú nevndarlimur í Atlantic Petroleum og í Føroya Fiskavirking. Síðani 1998 hevur hann verið parnari í Advokatfelagnum yvir við Strond.










