Higartil er tað ongantíð eydnast NSÍ at vinna seg víðari í europeisku kappingunum. Í kvøld er nýggjur møguleiki, at NSÍ venjarin Glenn Ståhl heldur tað vera møguleika hjá hansara monnum at skriva felagssøgu sum teir fyrstu at vinna seg víðari.
-Teir hava ikki spælt í landskapping í næstan eitt hálvt ár, og vit eru s væl fyri. Vit fara í hvussu so er at gera alt tað, sum vit eru mentir, fyri at tað skal eydnast NSÍ at vinna seg víðari.
Nógvu tær seinastu ferðirnar hevur tað verið stórur saknur í Bárði J. Hansen og Petur Knudsen, sum hava verið skaddir. Teir eru báðir millum teir fyrstu ellivu í kvøld.
-Tað er bara ein veruleiki, at tað hevur verið stórur smeitur, tá ið lyklaspælarar ikki hava verið førir fyri at spæla, sigur Glenn Ståhl.
Tað hevur regnað illa og verið nógvur vindur seinnapartin. Nú er vindurin minkaður heilt fitt.
NSÍ – Barry Town kl. 18.00
NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Bárður J. Hansen, Mórits Heini Mortensen, Jesper Flinck Christjansen, Salmundur Bech, Jann S. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
Á beinkinum: Karsten Hansen, Jann Martin Mortensen, Steffan A. Løkin, Hans Marius Davidsen, Pætur Turiðarson Skipanes, Aron Knudsen
Venjari: Glenn Ståhl