Petur er fyrstu ferð til hondbóltsdyst - og tað er í Berlin

Tá Føroyar møta Noreg í Mercedis Benz Arena í kvøld verður ein vinnulívsmaður úr Havn fyri fyrstu ferð til hondbóltsdyst

Føroyska luttøkan í EM endaspælinum hevur drigið nógvar hondbóltsfjepparar til týska høvuðsstaðin. Nevnd verða tøl sum 5.000. 

Fleiri eru sjálvandi av teimum, sum vanliga síggjast í hallunum í Føroyum til dystir. Men eisini nógvir aðrir føroyingar hava fingið áhuga fyri hondbólti í hesum døgum. Ein teirra er Petur Háberg Jacobsen í Havn, sum er kendur vinnulívsmaður og tónleikari og sum nú eisini roynir seg sum listamálara. 

- Hetta er fyrstu ferð í lívinum, at eg fari til ein hondbóltsdyst, so tað er nakað nýtt fyri meg, sigur Petur Háberg Jacobsen. 

Hann sigur, at hann hevur fylgt væl við í sjónvarpi, men at hetta var so spennandi, at hann mátti gera sum øll hini og fara til Týsklands. 

Í samband við føroysku hondbóltsluttøkuna hevur Petur Háberg Jacobsen gjørt ein fjepparasang:

 

Les her: Petur Háberg Jacobsen við nýggjum hondbóltssangi