Ítróttasamband Føroya, ÍSF, hevði ársaðalfund í gjárkvøldið og har varð Petur Elias Petersen, forseti, afturvaldur.
Í formansfrágreiðing síni nýtti hann høvi til at hyggja frameftir til Olympisku Leikirnar og Paralympisku Leikirnar seinni í ár, og til Oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013.
Í hesum sambandi hevði ÍSF-forsetin fleiri áheitanir til føroysku myndugleikarnar.
Hann eftirlýsti dyggum stuðuli til føroyska boðið um at skipa fyri Oyggjaleikum í Føroyum aftur. Hann eftirlýsti eisini meiri ítrótti í skúlunum kring landið, t.d. í samstarvi við lokalu ítróttarfeløgini.
Samstundis sum Petur Elias Petersen takkaði fyri dyggan fíggjarligan stuðul frá landsins myndugleikum, eggjaði hann teimum til økja stuðulin eitt nú til úrvalsítróttin.
Hesin stuðulin hevur seinastu árini havt stóran týdning fyri arbeiðið hjá Pál Joensen og Jón Bjarnason.
Nevndarval var eisini á skránni. Forsetin stóð fyri vali og Petur Elias Petersen, sum er á myndini, varð afturvaldur uttan mótvalevni.
Anna Rein, sum herfyri loysti Katrin Joensen av í starvsnevndini, varð vald til skrivara í starvsnevndini næsta árið. Og Tóra Øre Hansen varð vald til nýggjan varalim í starvsnevndini.