Petur: Havi fyrireikað meg til NSÍ-B68 sum til ein vanligan dyst (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu, ið var gjørd við dómaran, Petur Reinert 75 minuttir undan botnbrakinum millum NSÍ og B68

##med2##

 

FM1 sendir beinleiðis frá leikvøllinum við Løkin í Runavík frá klokkan 14 í dag.

 

Fyrsta samrøðan var samrøðan Petur Jákup Heinesen, reportari gjørdi við Petur Reinert, dómara 75 minuttir undan dystinum millum NSÍ og B68, ið er dysturin øll halda eyga við í dag.

 

Petur er greiður yvir, at dysturin millum næstaftasta og triðaftasta liðið í Betrideildini er serstakur, men Petur hevur fyrireikað seg til dystin sum til ein og hvønn annan dyst í Betrideildini.

 

Petur væntar og vónar ikki, at tað verður líkið rokmikið sum í 2006, tá NSÍ við 2-0 sigri á B68 sendi B68 niður í næstbestu deildina.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Petur Reinert. 

 

Samrøða: Petur Reinert, dómari 75 minuttir undan NSÍ-B68 við Løkin

Samrøða: Petur Reinert, dómari 75 minuttir undan NSÍ-B68 við Løkin